SAS-stjórin kunngjørdi stórar ætlanir - nú leggur hann frá sær

SAS-stjórin kunngjørdi stórar ætlanir - nú leggur hann frá sær
Anko van der Werff, sum hevur verið stjóri í SAS síðani 2021, verður stjóri í Air Canada á nýggjárinum
Anko van der Werff hevur stjóri í SAS síðani 2021.
Mynd: Tom Little/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.07.2026 - 15:04

Fyri fáum døgum síðani kunngjørdi stjórin í SAS, niðurlendingurin Anko van der Werff, eina risastóra íløguætlan upp á 65 milliardir kr., men í dag er greitt, at Anko van der Werff fer ikki at standa á odda fyri at seta hesa ætlan í verk, tí á nýggjárinum leggur hann frá sær sum stjóri í SAS.

Anko van der Werff verður nýggjur stjóri í Air Canada.

- Avgerðin var ikki løtt at taka, sigur fráfarandi stjórin í tíðindaskrivi.

Anko van der Werff gjørdist stjóri í SAS 2021 og hevur staðið á odda at endurreisa flogfelagið.

Niðurlendskaflogfelagið KLM og Air France eiga nú eisini í SAS, og ein stórur partur av skuldini er strikaður.

 

Væl fyrireikað at fara víðari

- Vit hava megnað at koma tikið við avbjóðingum, og nógv er gjørt til tess at styrkja fyritøkuna. Flestu fortreytir eru loknar, og SAS er væl fyrireikað at menna seg víðaei sigur Anko van der Werff.

Stýrið fyri SAS harmast um, at Anko van der Werff fer frá sum stjóri. 

- Hann hevur verið lyklapersónur í arbeiðnum at byggja upp eitt sterkt og betur kappingarført SAS, sigur Kåre Schultz, stýrisformaður. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425