Grant farin á húsagang - raksturin hevur ikki borið seg í fleiri ár

Grant farin á húsagang - raksturin hevur ikki borið seg í fleiri ár
So seint sum í apríl keypti P.f. Varðin allan partapeningin í fyritøkuni, men nýggja nevndin hevur tikið skjóta avgerð
Við húsaganginum steðgar søguliga virksemið við videygaframleiðslu, sum byrjaði í Vatnsoyrum í 1968.
Mynd: Grant  
 
09.07.2026 - 13:05

Fyritøkan Grant, við høvuðssæti í Vatnsoyrum, og sum serliga er kend fyri síni vindeygu og hurðar, er farin á húsagang, og steðgar virkseminum alt fyri eitt.

Per Jacobsen, nevndarformaður, sigur, at raksturin hevur ikki borið seg í nógv ár, og ein samd nevnd gjørdi av ikki at seta meira pening í fyritøkuna, sum sostatt fer á hísagang. 

14 fólk missa arbeiðið, og stjórin, Rúni Vang Poulsen, er eisini sendur til hús.

Við húsaganginum steðgar søguliga virksemið við videygaframleiðslu, sum byrjaði í Vatnsoyrum í 1968. Síðan er fyritøkan vaksin nógv, serliga við samanleggingum við aðrar líknandi fyritøkur.

 

Tikið skjóta avgerð

Nýggja nevndin hjá Grant tók við í siðstu viku, og hevur tikið eina skjóta avgerð. Men so seint sum í apríl keypti Varðin í Gøtu øll partabrøvini frá øðrum eigarum, og kom tískil at eiga 100 prosent.

Per Jacobsen, nevndarformaður í Grant, hevur eisini fyri stuttum tikið við sum nevndarformaður í P.f. Varðanum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09072026_Grant_a_husagang

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711