Býráðslimir í Aarhus mæla til at styrkja ríkisfelagsskapin

Býráðslimir í Aarhus mæla til at styrkja ríkisfelagsskapin
Kommunan eigur at bøta um karmarnar hjá borgarum úr Føroyum og Grønlandi, siga býráðslimirnir
Jakob Søgaard Clausen og Jesper Kjeldsen siga, at føroyingar og grønlendingar at vera nátúrligur og sjónligur partur av felagsskapinum í Aarhus.
Mynd: KNR  
 
09.07.2026 - 17:00

- Aarhus kommuna eigur at styrkja ríkisfelagsskapin. 

Tað siga býráðslimirnir í Aarhus kommunu, Jakob Søgaard Clausen fyri Danmarksdemokratarnar og Jesper Kjeldsen fyri Sosialdemokratarnar, í tíðindaskrivi, sambært heimasíðuni hjá grønlendska kringvarpinum, KNR.

Kommunan eigur at bøta um karmarnar hjá borgarum úr Føroyum og Grønlandi, serliga nú ið ríkisfelagsskapurin hevur so stóran týdning, siga teir.

 

Felags søga

- Ríkisfelagsskapurin er týðandi partur av okkara felags søgu, og uppaftur týdningarmiklari í okkara felags framtíð. Vit hava ábyrgdina av, at mongu grønlendingarnir og føroyingarnir, sum búgva í Aarhus, uppliva at vera natúrligur og sjónligur partur av felagsskapinum í býnum, sigur Jesper Kjeldsen, sum sjálvur hevur búð og virkað í Grønlandi.

- Vit vilja hava varandi átøk, sum styrkja trivnaðin, og varpa ljós á sterku bondini millum Aarhus, Grønland og Føroyar, sigur Jepser Kjeldsen.

 

Flagga á tjóðardegnum

Eitt av tiltøkunum er, at kommunan flaggar á føroyska og grønlendska tjóðardegnum, og at almenn listarverk vera í Aarhus, sum ímynda ríkisfelagsskapin millum teir tríggjar partarnar í ríkisfelagsskapinum.

Býráðspolitikararnir báðir vóna, at aðrar kommunur gera sum Aarhus, soleiðis at føroyingar og grønlendingar trívast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025