Farin sína seinastu uttanlandsferð sum forsætisráðharri

Farin sína seinastu uttanlandsferð sum forsætisráðharri
Keir Starmer, forsætisráðharrin, fer væntandi at endurtaka bretska lyftið um stuðul til Ukraina
Ukraina er landið, sum Keir Starmer vitjar á seinastu uttanlandsferð síni sum forsætisráðharri.
Mynd: Leon Neal/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.07.2026 - 08:22

Fráfarandi forsætisráðharrin í Bretlandi, Keir Starmer, er í dag farin til Ukraina, har hann skal hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky.

Hetta verður seinasta uttanlandsferðin hjá Starmer sum forsætisráðharri, tí í næstu viku leggur hann frá sær. Andy Burnham tekur við sum formaður í Labour í morgin og sum forsætisráðharri mánadagin.

Hildið verður, at Starmer fer at endurtaka lyftið frá Bretlandi um stuðul til Ukraina, og at stuðulin heldur fram - eisini um broytingar verða í bretsku stjórnini.

Starmer boðaði 22. juni frá, at hann leggur frá sær. 

 

Avhildin úti í heimi

Hóast minkandi undirtøku í Bretlandi, er hann avhildin sum forsætisráðharri úti í heimi, har nógvir ríkisleiðarar hava gott at bera honum, - serliga fyri stuðulin til Ukraina og í Nato.

Starmer og franski forsetin Emmanuel Macron hava gingið á odda í fyrireikingunum til friðarvarðveitandi herdeildir, sum skulu sendast til Ukraina, tá ið ein friðaravtala er komin í hús.

Bretland verður eisini við í stóra láninum, sum ES samtykti mánadagin, - at veita Ukraina 90 milliardir evrur í láni.

Tað svarar til góðar 672 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203