IOC sigur nei – men landsstýrið heldur fram við arbeiðnum at fáa limaskap

IOC sigur nei – men landsstýrið heldur fram við arbeiðnum at fáa limaskap
Hóast altjóða olympiska nevndin, IOC, fyri stuttum staðfesti, at Føroyar ikki lúka treytirnar fyri limaskapi, so heldur landsstýrið fram við arbeiðnum
 
31.07.2026 - 18:33

Í ískoytisskjalinum til fyrstu ólavsøkufrágreiðingina hjá Beiniri Johannesen, løgmanni, stendur, at landsstýrið framvegis arbeiðir fyri føroyskum limaskapi í IOC í tøttum samstarvi við Ítróttasamband Føroya. Eisini verður víst á, at samstarvað verður við donsku stjórnina, sum hevur sagt seg vilja stuðla føroyskum limaskapi.

Kringvarpið spurdi løgmann, hvussu landsstýrið ætlar at koma víðari við málinum, nú IOC hevur staðfest, at limaskapur er treytaður av, at eitt land er altjóða viðurkent sum sjálvstøðugt ríki.

Í skrivligum svari sigur Beinir Johannesen, at landsstýrið og ÍSF hava avtalað, at ÍSF skal dríva arbeiðið at tryggja Føroyum IOC-limaskap. .

– Frá politiskari síðu stuðla vit sjálvsagt hesum ynskinum og endurtaka boðskapin á øllum viðkomandi pallum, skrivar løgmaður.

Kringvarpið spurdi eisini, um landsstýrið hevur skilt boðskapin frá IOC, eftir at tingmaðurin fyri Tjóðveldi Eirikur í Jákupsstovu í røðu á ólavsøku segði, at málið tykist greitt, sambært reglunum hjá IOC. Hann ivast í, um tað er realistiskt at vænta, at danski forsætisráðharrin skal tryggja Føroyum limaskap í IOC. Hann heldur, at tað hevði verið nógv einfaldari at broytt ríkisrættarligu støðuna millum Føroyar og Danmark, og tí er varandi loysnin føroyskt sjálvstýri - og harvið fáa limaskap í IOC.

Løgmaður svarar, at landsstýrið hevur lisið svarið frá IOC, men vísir á, at ÍSF framvegis arbeiðir miðvíst fyri limaskapi og hevur sett bæði samskipara og arbeiðsbólk til endamálið.

IOC staðfesti fyrr í juli, at Føroyar ikki kunnu gerast limur sambært galdandi reglum, tí limalond skulu vera altjóða viðurkend sum sjálvstøðug ríki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688