Hevur skund at finna felags leist móti sviki við vitlíki

Hevur skund at finna felags leist móti sviki við vitlíki
Yrkisfelagið Miðnám eftirlýsir greiðar reglur fyri, hvussu miðnámsskúlarnir skulu handfara svik við vitlíki. Undirvísingarstýrið arbeiðir við einari heildarætlan á økinum
 
07.08.2026 - 18:29

Tað hevur skund at finna eina føroyska loysn fyri, hvussu svik við vitlíki skal basast á miðnámsskúlaøkinum.

Tað sigur Maria Chun Nielsdóttir, forkvinna í Yrkisfelagnum Miðnámi.

Í Danmark hevur stjórnin longu tikið støðu til fleiri átøk. Millum annað skal bera til at hava eftirlit við teldum hjá næmingum undir próvtøku, fleiri uppgávur skulu gerast í skúlanum heldur enn heima, og so skulu hf-lesandi eisini verja eitt skrivligt endaligt avrik munnliga.

Í Føroyum er enn eingin felags leistur funnin.

Eyðun Gaard, stjóri í Námi, sigur, at Nám mælir ikki til meira eftirlit við teldunum hjá næmingum. Hinvegin eru avbjóðingarnar við vitlíki veruligar og merkjast bæði hjá lærarum og næmingum.

Sambært Hjalmar Hansen, stjóra í Undirvísingarstýrinum, verður nú arbeitt við einari heildarætlan fyri miðnámsskúlaøkið. Ætlanin skal lýsa, hvussu skúlarnir frameftir skulu handfara avbjóðingarnar við vitlíki og sviki.

Heildarætlanin verður eftir ætlan liðug 1. september.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum á nátturða her:

Vitliki_og_midnamskulaokid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585