Fyrsta ómannaða fiskiskipið kemur um fimm ár

Fyrsta ómannaða fiskiskipið kemur um fimm ár
Skipið, sum nýsælendska fyritøkan Maidenfleet mennir í løtuni, skal fjarstýrast úr landi
Soleiðis fer fyrsta ómannaða fiskiskipið at síggja út.
Mynd: Maidenfleet  
 
17.08.2026 - 08:44

Í seinasta lagi um fimm ár kemur heimsins fyrsta ómannaða fiskiskip.

Fyritøkan Maidenfleet í Nýsælandi er í ferð við at menna skipið. 

Skipið skal ongan manning hava. Tað verður fjarstýrt úr landi.

Skip uttan manning eru longu nú. Tey vera brúkt til havrannsóknir og eftirlit.  

Mannleysu fiskiskipini skulu brúkast til fiskiskap tætt við land.

Ringt er fáa fólk í Nýsælandi til hesi skipini.

Maidenfleet heldur uppá, at færri størv fara ikki at spyrjast burturúr, kanska á sjónum, men nógv meira arbeiði verður á landi at arbeiða fiskin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339