Ríkis- og stjórnarleiðarar vitja í Ukraina

Ríkis- og stjórnarleiðarar vitja í Ukraina
Norðurlendskir og baltiskir ríkis- og stjórnarleiðarar vitja í ukrainska høvuðsstaðnum í dag at umrøða loftverju
Ríkis- og stjórnarleiðarar í Kyiv.
Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.08.2026 - 14:21

Norðurlendskir og baltiskir ríkis- og stjórnarleiðarar vitja í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, ídag.

Teir skulu millum annað umrøða loftverju, upplýsir danska forsætisráðið.

Krígsherjaða landið hátíðarheldur sín flaggdag og ríkis- og stjórnarleiðarar úr Danmark, Noregi, Litava, Estlandi og Lettlandi, vitja.

Noreg fer at geva Ukraina knappliga 60 milliardir krónur næsta ár, sigur forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, við NRK.

- Noreg heldur fram at stuðla Ukraina í sínum stríðið at verja seg. Ein harður vetur er fyri framman í Ukraina. Nú vísa vit greitt, at Noreg heldur fram at stuðla, bæði sivilt og hernaðarliga, sigur Støre við NRK.

Av norsku pengunum fara knappliga 50 milliardir til hernaðarlig endamál og hinar 10 milliardirnar fara til sivil endamál.

Hetta er triðju ferð, at Noreg fer at geva Ukraina slíka upphædd.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur við tíðindastovuna Reuters, at Putin hevur ætlanir um stóra herbúgving av herfólki.

Sambært Zelenskyj, forseta, hevur russiski forsetin ætlanir um at leggja 300.000 herfólk aftrat herinum í krígnum móti Ukraina.

Og tað verður gjørt eftir russiska tjóðartingsvalið í september.

At ein harður vetur er fyri framman í Ukraina merkist á ukrainska forsetanum.

Í samrøðu við tíðindastovuna AP sigur Zelenskyj, at Ukraina hevur tørv á 360 amerikonskum Patriot-rakettum í vetur.

Og at ukrainska verjumálaráðið í ár fer at mangla okkurt um 173 milliardir krónur í pengakassanum.

Í samrøðuni við AP kom eisini fram, at avtalur við Týskland og Frakland eru komnar undir land um at styrkja ukrainsku loftverjuna. 

Týskland letur 600 loftverjurakettir næsta ár og árið eftir - og Frakland framskundar sína veiting av loftverjurakettum.

- Ukraina er bundið at amerikonskum Patriot-rakettum fyri at verja seg móti ballistisku rakettunum hjá Russlandi. Í roynd og veru eru Patriot-rakettirnar tær einastu, sum gera veruligan mun.

Tað sigur trygdarpolitiski greinarin, Jacob Kaarsbo.

Hann metir tó, at tað er lítið sannlíkt at Ukraina fær 360 Patriot-rakettir, sum ukrainska loftvápnið sigur seg hava tørv á í vetur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439