Taka saman um støðuna við vaktarskipunum í dag

Taka saman um støðuna við vaktarskipunum í dag
Bæði Brimil og Tjaldrið liggja
Bæði Brimil og Tjaldrið liggja í løtuni.
 
24.08.2026 - 13:47

Seinnapartin fer Vørn at taka saman um støðuna, nú bæði vaktar- og bjargingarskipini eru tikin úr sigling.

Brimil er tikin úr sigling, tí stórt viðlíkahalds- og umvælingararbeiði skal gerast á skipið.

Og Tjaldrið, sum skuldi røkja uppgávuna fyri Brimil, liggur við maskinbreki.

- Vit hava ein ávegis statusfund seinnapartin, og eftir tann fundin hava vit eina greiðari mynd av støðuni, sigur Jóhan Simonsen, virkandi stjóri á Vørn.

 

Ógreitt hvussu stórt brekið er

Enn er ógreitt, hvussu umfatandi maskinbrekið á Tjaldrinum er, og nær skipið siglir aftur.

Tað tekur eisini tíð, um Brimil skal setast aftur í sigling. Nógv útgerð er tikin úr skipinum, nú viðlíkahalds- og umvælingararbeiði skal gerast.

Vørn hevur biðið Arktisk Kommando um at hjálpa til við vaktar- og bjargingartænastuni, nú bæði skipini hjá Vørn liggja. Arktisk Kommando hevur í løtuni eitt skip við Føroyar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391