Seinasti tilburðurin av nátasjúku var í fjør

Seinasti tilburðurin av nátasjúku var í fjør
Vanligu sjúkueyðkennini eru lungnabruni við skjálvta og fepri, 39 stig, turrur hosti og høvuðpína
Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar, meðan veitt verður, og eftir veiðuna. 
 
26.08.2026 - 08:27

Nú nátatíðin byrjar, tekur Heilsufrøðiliga starvsstovan upp aftur áminningina um at fyribyrgja nátasjúku. 

Síðani 1991 hava verið sjey tilburðir av nátasjúku í Føroyum, tann seinasti í fjør.   

Tey, sum taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæði, tey hava verið í, væl eftir veiðuna.

Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar, meðan veitt verður, og eftir veiðuna. 

Vanliga byrjar sjúkan fýra til 14 dagar eftir smittuna.

Vanligu sjúkueyðkennini eru lungnabruni við skjálvta og fepri, 39 stig, turrur hosti og høvuðpína. 

 

Ússaligur og í ørviti

Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa kennir seg sjúkan.

Nátar, sum virka sjúkir, eru rak og ússaligir, og eiga ikki at vera tiknir, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.   

Tá nátin er royttur, skáldaður ella skrædlaður, er vandin fyri smittu lítil og eingin. 

Av tí at bakterian, sum gevur nátasjúku, doyr við hitaviðgerð, er hon burtur, tá natin er kókaður ella stoktur. 

Viðvíkjandi sølu mælir Heilsufrøðiliga starvstovan til, at nátarnir skulu vera skáldaðir ella royttir og ílignir. Teir kunnu eisini vera skrædlaðir.

Á heimasíðuni hjá Starvsstovuni er ymiskt um nátasjúku, millum annað hvussu hon smittar og sjúkueyðkenni. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858