Vinnuhúsið minnir aftur á týdningin at fáa fríhandilsavtalur

Vinnuhúsið minnir aftur á týdningin at fáa fríhandilsavtalur
EFTA hevur í summar gjørt fríhandilsavtalu við Vietnam, og hon hevur ítøkiligar fyrimunir fyri eitt nú Ísland og Noreg, sum vit ikki hava
Nýggja avtalan millum EFTA og Vietnam er áminning um týdningin av at halda fram við arbeiðinum at betra marknaðaratgongdina hjá føroyskum fyritøkum, sigur Vinnuhúsið.
 
26.08.2026 - 14:38

At Føroyar bara hava seks fríhandilsavtalur, hevur avleiðingar fyri vinnulívið.

Tað skrivar Vinnuhúsið, nú EFTA-londini og Vietnam gjørdu nýggja fríhandilsavtalu í juli. 

Avalan gevur fyritøkum í Noregi, Íslandi, Sveis og Liktinstein betri atgongd til ein stóran og skjótt vaksandi marknað í Asia.

Fyri fiski- og alivinnuna hevur avtalan ítøkiligar fyrimunir, sum føroyskir útflytarar ikki hava.

 

Nærum tollfrælsi á laksi

Millum annað verður lagt upp til, at nærum allur tollur á laksi verður tikin burtur, og tollurin á makreli verður burtur eftir trimum árum.

Norskir og íslendskir kappingarneytar fáa sostatt betri kappingarteytir enn føroyskar fyritøkur á einum marknaði, sum eisini er áhugaverdur fyri føroyskt vinnulív, staðfestir Vinnuhúsið.

Nýggja avtalan millum EFTA og Vietnam er áminning um týdningin av at halda fram við arbeiðinum at betra marknaðaratgongdina hjá føroyskum fyritøkum, skrivar Vinnuhúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329