Breddin: Met í arbeiðsvanlukkum - nú skulu vit hava null-hugsjón

Breddin: Met í arbeiðsvanlukkum - nú skulu vit hava null-hugsjón
Sendingin í dag varpar ljos á arbeiðsumhvørvi, og spurt verður, hvat arbeitt verður ítøkiliga við, nú Arbeiðseftirlitið verður raðfest politiskt
Í Vanlukkutryggingarráðnum fáa tey millum 350-400 fráboðanir um arbeiðsóhapp um árið. Tað er meira enn eitt um dagin. (Savnsmynd)
 
03.09.2026 - 09:29

Í miðal doyr eitt fólk um árið í Føroyum í arbeiðsvanlukku.

Tað er tað mesta í Norðurlondum. Hetta metið í deyðsvanlukkum hava vit havt í nógv ár.

Talið av arbeiðsóhappum er eisini stórt í Føroyum. Í Vanlukkutryggingarráðnum fáa tey millum 350-400 fráboðanir um arbeiðsóhapp um árið. Tað er meira enn eitt um dagin.

 

Arbeiðseftirlitið umskipað 

1. september varð Arbeiðs- og brunaeftirlitið umskipað. Nú skal tað bara eita Arbeiðseftirlitið, og har skal burturav arbeiðast við arbeiðsmarknaðarmálum. Í landsstýrinum siga tey, at vit skulu hava eina null-hugsjón í sambandi við arbeiðsvanlukkur. 

Hví eru so nógvar arbeiðsvanlukkur í Føroyum? Hvat skal broytast fyri at fáa talið av arbeiðsvanlukkum niður? Og hvat verður itøkiliga arbeitt við, nú økið tykist hava fingið politiska raðfesting?

Tað spyrja vit í sendingini í dag.

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329