ES-forkvinnan: Neyðblussið var álop á øll ES-lond

ES-forkvinnan: Neyðblussið var álop á øll ES-lond
Ursula von der Leyen hevur hildið røðu í ES-tinginum
Tað var eina tyrlu sum hesa, ið russiska fregattin skeyt neyðbluss eftir.
Mynd: Danska verjan  
 
16.09.2026 - 11:55

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sigur, at neyðblussið, sum ein russisk fregatt skeyt eftir einari danskari tyrlu í altjóða sjógvi, er at meta sum álop á øll ES-lond.

- Friðurin er hóttur. Russiska álopskríggið á Ukraina heldur fram við fullari ferð, og samstundis eru alt fleiri hóttanir móti okkum. Tað hava vit sæð seinastu dagarnar í Danmark, Litava og Póllandi, segði Ursula von der Leyen í røðu fyri ES-tinginum fyrrapartin.

- Eitt russiskt álop á evropeiskari jørð, ikki bara móti einum limalandi, men móti øllum samveldinum, segði forkvinnan í ES-tinginum. 

Hon mælti til at skipa eitt evropeiskt trygdarráð, har eitt nú Ukraina og Kanada eisini eru við.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541