- Tíðindi, mentan og ítróttur
Møguligt EM endaspæl í Føroyum í 2034
Føroyar kunnu fyri fyrstu ferð gerast vertir fyri dystum í einum EM-endaspæli í hondbólti.
Hondbóltssamband Føroya hevur boðað Evropeiska Hondbóltssambandinum, EHF, frá, at Føroyar hava áhuga fyri at vera við til at hýsa EM hjá kvinnum í 2034.
Talan er enn ikki um eina endaliga umsókn. Føroyar eru eitt av fimm londum, sum hava víst áhuga. Hini eru Danmark, Svøríki, Niðurlond og Luksemborg.
Føroyar skulu tó ikki standa einsamallar sum vertir. Hondbóltssambandið arbeiðir við Danmark og møguliga Svøríki um ein felags vertskap. Ein møguleiki er, at nakrir av bólkunum í endaspælinum verða spældir í Føroyum.
Tað hevði eisini kunnað givið føroyska kvinnulandsliðnum møguleikan at spæla EM-dystir á heimavølli og framman fyri føroyskum áskoðarum.
Áðrenn tað kann gerast veruleiki, skulu fleiri viðurskifti fáast upp á pláss. Eitt EM setur millum annað krøv til høll, gisting og ferðasamband.
Enn er tó langt á mál. Føroyar hava fyribils bara boðað frá áhuga fyri vertsskapinum. Ein endalig umsókn skal latast inn í næstum.

























