Danmark flutt seg í mun til fullveldissamráðingarnar fyri 25 árum síðan

Danmark flutt seg í mun til fullveldissamráðingarnar fyri 25 árum síðan
Verður avtalan um trygdarpolitisku framtíðina hjá Grønlandi til veruleika, standa Føroyar eisini betur í tingingum við danir um føroyskt sjálvræði, staðfestir Jørgen Niclasen
Jørgen Niclasen (A) og Høgni Hoydal (E), báðir fyrrverandi floksformenn. Undir fullveldissamráðingunum vikaðu teir ikki danir í spurninginum um føroyskan sjálvsavgerðarrætt. Men nú hava danir sjálvir flutt seg, staðfestir Jørgen Niclasen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.09.2026 - 22:09

Undir fullveldissamráðingunum um aldarskiftið vildu danir ikki viðurkenna føroyskan sjálvsavgerðarrætt eftir fólkarættinum og lata Sameindu Tjóðum, ST, eina váttan um hetta.

Tann støðan er broytt nú, staðfestir Jørgen Niclasen (A), formaður í Løgtingsins uttanlandsnevnd, tí Mette Frederiksen, danska forsætismálaráðfrúan, í sambandi við stríðið við USA um Grønland og nýggju trygdarpolitisku avtaluna, upp í saman hevur gjørt greitt, at júst grønlendski sjálvsavgerðarrætturin skal virðast, og at tað er Grønland, sum ræður í Grønlandi.

Tí er tað sjávandi eisini galdandi, at føroyingar ráða í Føroyum, sigur Jørgen Niclasen.

Hoyr samrøðuna í útvarpstíðindunum:

1833431

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025