Ikki lógligt at krevja gjald uttan tænastuveiting

Ikki lógligt at krevja gjald uttan tænastuveiting
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hann tekur eingi stig í ítøkiliga málinum, men ætlanin er at broyta ferðavinnulógina, sum styrkja rættindi hjá bóndum
Eigararnir av haganum, har Slættaratindur er, hava gjørt av, at ferðafólk skulu rinda 200 krónur fyri at sleppa niðan á Slættaratind.
Mynd: Bjartur Sigmundarson  
 
21.09.2026 - 15:03

- Eftir ferðavinnulógini er ikki lógligt at krevja gjald frá ferðafólki fyri at ganga eina farleið, uttan so at nøkur ítøkilig tænastuveiting fylgir við gjaldinum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.

Hon spurdi, um tað er lógligt at krevja 200 krónur frá ferðafólkum fyri at ganga niðan á Slættaratind, tá ið eingin gjørd gøta, ongin ferðaleiðari, vesi ella onnur ítøkilig tænastuveiting fylgir við gjaldinum? 

Landsstýrismaðurin svarar altso, at tað er ikki lógligt at taka gjald fyri at ganga niðan á Slættaratind, tá ið ferðafólk onga tænastu fáa afturfyri. 

Liljan Weihe spyr eisini, um til ber at krevja gjald fyri framtíðartænastu, ið ætlanin er at gera á leiðini niðan til Slættaratind. Landsstýrismaðurin svara, at gjald iki kann vera tikið fyri tað.

Tá ið tað kom fram herfyri, at eigararnir av haganum, har Slættaratindur er, hava gjørt av, at ferðafólk skulu rinda 200 krónur fyri at sleppa niðan á Slættaratind, segði Jacob Vestergaard annars soleiðis við útvarpið:

 

21092026_Vestergaard


Eigararnir av haganum, har Slættaratindur er, siga, at pengarnir millum annað skulu brúkast til gøtu, vesi, vatn og streym.

 

Tekur eingi stig

Løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at taka nøkur stig stig fyri at kanna, um innkrevjing av gjaldi niðan á Slættaratind er uttan lógarheimild, og um hann ætlar at fáa tað steðgað.

Jacob Vestergaard svarar, at hann fer ikki at taka nøkur ítøkilig stig í málinum, tí heimildin at handhevja lógina liggur hjá politinum sambært § 12 í ferðavinnulógini.

Samstundis leggur hann afturat, at landsstýrismaðurin fyrireikar uppskot til broytingar í ferðavinnulógini, sum styrkja rættindini hjá bóndunum. Broytingarnar fara millum annað at geva bóndum frælsi til sjálvir at áseta gjøld og treytir fyri ferðafólk, sum vilja ganga í teirra haga.

Sí eisini: Landsstýrismaðurin: Í lagi at krevja gongugjald til Slættaratind

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723