Landsstýrismaðurin: Í lagi at krevja gongugjald til Slættaratind

Landsstýrismaðurin: Í lagi at krevja gongugjald til Slættaratind
Nú skulu útlendsk ferðafólk gjalda gongugjald, tá farið verið á Slættaratind. Jacob Vestergaard, landstýrismaður, heldur hetta vera eitt gott átak.
Gongugjald á Slættaratind
Mynd: Bjartur Sigmundarson  
 
07.09.2026 - 09:29

"Sjálvandi skulu ferðafólk gjalda fyri at uppliva føroysku náttúruna.“

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann sær sum so einki skeivt í, at ferðafólk skulu gjalda fyri at uppliva náttúru og onnur ferðamál í Føroyum.

 

 

Í vikuni hevur verið nógv tosað um nýggja gongugjaldið á Slættaratindi. Tvey skelti eru sett upp, sum vísa útlendskum ferðafólkum á eina heimasíðu, har tey kunnu rinda 200 krónur fyri at ganga á Slættaratind.

Sambært Frihedsbrevet eru tað tær umleið 30 familjurnar, sum eiga hagan, ið hava gjørt av at seta gjaldið.

Hagastýrisformaðurin sigur, at lendið er illa slitið, og at pengarnir millum annað skulu brúkast til gøtu, vesi, vatn og streym. Uttan inntøkur kann gerast neyðugt at steingja atgongdina til Slættaratind, sigur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

Slaettaratindur_klart_18

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952