Sleppa ikki á tíðindafund í Hvítu Húsunum - hava nú stevnt Trump

Sleppa ikki á tíðindafund í Hvítu Húsunum - hava nú stevnt Trump
Tríggir miðlar, teirra millum CNN, eru útihýstir, tí teir bera falstíðindi, sigur forsetin
CNN er ein av miðlunum, sum hevur stevnt Trump-stjórnini, tí teir eru útihýstir í Hvítu Húsunum.
Mynd: Artur Widak/NurPhoto  
 
21.09.2026 - 15:22

Miðlarnir, CNN, MS Now og Politico, ætla sær í rættin við Trump-stjórnini, eftir at teir hava fingið bann fyri at koma á tíðindafund í Hvítu Húsunum.

Tað skriva teir tríggir miðlarnir í felags tíðindaskrivi, sambært New York Times.

Fríggjadagin boðaði Donald Trump, forseti, frá banninum, og ákærdi miðlarnar fyri at skriva íspunnar søgur ella lygnir um starvsfólk síni, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

CNN, MS Now og Politico siga, at tíðindafólk teirra sluppu ikki inn í Hvítu Húsini leygardagin.

- Í morgun hava vit boðað amerikonsku stjórnini frá, at vit hava stevnt til tess at verja talufrælsi okkara eins og ta meginreglu, at stjórnin ikki skal gera av, hvørjum miðlarnir siga frá, ella hvat teir geva út, stendur í tíðindaskrivinum hjá teimum trimum miðlunum, sum BBC endurgevur.

 


Donald Trump, forseti, (Mynd.Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Falstíðindi

Tíðindafólk hjá teimum trimum miðlunum sluppu leygardagin ikki inn í Hvítu Húsini, eftir at forsetin, Donald Trump, ákærdi tey fyri at vera "fake news", ella falstíðindi.

- Uttan nakra ávaring ella viðgerð yvirhøvur, hava Hvítu Húsini tikið atgonguloyvini frá tíðindafólki ikkara, tí tey eru ímóti tí, sum vit flyta fram, skriva miðlarnir.

- Fer hetta óátalað fram, hóttir tað pressufrælsið og rættin hjá almenninginum til óheftan tíðindaflutning, sum ikki er stýrdur av stjórnini, ljóðar sambært BBC.

- Miðlar eiga ikki áhaldandi at kunna skriva ella bera fram fiktión og lygnir, tá tey umrøða amerikanska forsetan, Trump fyrisitingina ella USA, er´ svarið úr Hvítu Húsunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037