- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partabrævið hjá feløgum í Grønlandi hækkar munandi
Partabrævið hjá feløgum í Grønlandi hækkar munandi
Orsøkin er, at USA, Grønland og Danmark eftir øllum at døma hava gjørt avtalu

Partabrævið í Greenland Energy á amerikanska partabrævamarknaðinum er nógv hækkað.
Mynd: Stock Titan
21.09.2026 - 15:29
Prísurin á partabrøvum hjá fleiri feløgum í Grønlandi er farin til himmals á amerikanska partabrævamarknaðinum, eftir at tíðindini bórust um, at USA, Danmark og Grønland eftir øllum at døma hava gjørt eina avtalu.
Partabrøvini í Greenland Energy, sum vinnur gass og olju, eru hækkað 135 prosent á amerikanska marknaðinum, meðan partabrøvini í Greenland Mines eru hækkað 148 prosent, skrivar danska kringvarpið.
Bæði feløgini hava annars higartil mist meira enn 80 prosent av virðinum á amerikanska partabrævamarknaðinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























