USA ætlar at byggja tvær herstøðir í Grønlandi

USA ætlar at byggja tvær herstøðir í Grønlandi
Nýggja avtalan millum USA, Danmark og Grønland verður undirskrivað seinnapartin í dag
Frá seinasta fyrireikingarfundinum í New York millum danskar og grønlendskar politikarar í gjár, áðrenn skrivað verður undir avtaluna við USA í dag.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
22.09.2026 - 08:38

USA ætlar at seta upp tvær nýggjar herstøðir í Grønlandi, skriva danska kringvarpið og Reuters.

DR hevur fingið at vita, at USA fer at byggja tvær nýggjar støðir í Grønlandi. Onnur verður í Narsarsuaq har suðuri í Grønlandi.

Tíðindastovan Reuters skrivar eisini, at USA fer at lata upp tvær nýggjar herstøðir. Eins og DR snýr tað seg sambært keldum hjá Reuters um Narsarsuaq.

Narsarsuaq hevði frammanundan eina stóra amerikanska støð, sum kallaðist Blue West One. 

Støðin var virkin frá 1941 til 1958, og fekk flogbreyt, sum seinni varð longd, áðrenn USA læt Danmark støðina, sum síðani varð umbygd til sivila floghavn. 

Reuters skrivar eisini - og endurgevur ónevndar keldur - at hin støðin kann verða bygd í Mestersvig á grønlendsku eysturstrondini. 

Ein donsk serdeild heldur í løtuni til har.

 

Hava bara eina støð í løtuni

Í løtuni hevur USA bert eina støð í Grønlandi - Pituffik Space Base -  í útnyrðingspartinum av Grønlandi.

Í síðstu viku boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá, at ein avtala var gjørd við Danmark, sum gevur USA “varandi ræði á trygdini og øllum øðrum tørvi í Grønlandi”.

Danmark hevur váttað, at avtala er fingin í lag um at styrkja trygdina í Arktis og økinum í Norðuratlantshavi.

Avtalan er ikki almannakunngjørd.

USA, Danmark og Grønland fara eftir ætlan skrva undir avtaluna í New York í dag klokkan hálvgum fýra, okkara tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541