- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flokkurin hjá Putin fekk 58 prosent av atkvøðunum

Flokkurin hjá Vladimir Putin, forseta, hevur tryggjað sær uppaftur størri meiriluta í russiska tinginum, Dumuni.
Sambært fyribils úrslitinum av valinum um vikuskiftið, fekk flokkurin Sameint Russland nærum 58 prosent av atkvøðunum.
Óhefta blaðið, Novaya Gazeta, heldur hinvegin, at flokkurin helst bara fekk stívliga 34 prosent av atkvøðunum
Um so er, samsvarar tað betur tær fáu og torføru meiningarkanningarnar, sum hava verið gjørdar í Russlandi.
Fær 355 sessir
Sambært tølum hjá stjórnini, tykist Sameint Russland tó at hava tryggjað sær 355 av teimum 450 sessunum í Dumuni.
Tað eru 31 fleiri enn áður og svarar til næstan 80 prosent - altso greiður meiriluti, skrivar norska tv2.
- Valskipanin er sniðgivin av og fyri flokkin hjá forsetanum, og øll verulig mótstøða í Russlandi er burturbeind, skrivar TV2.



























