Ov stutt freist fyri panting

Ov stutt freist fyri panting
Fíggjarmálaráðið skjýtur upp, at freistin skal vera sjey dagar, men Vinnuhúsið heldur, at tað er ov stutt
Vinnuhúsið ger eisini vart við, at uppskotið tekur eisini burtur formlig stig, áðrenn panting er.
 
24.09.2026 - 08:18

Vinnuhúsið heldur, at sjey daga freistin, áðrenn panting kann fremjast, er í so stutt. 

Freistin er í einum lógaruppskoti, sum Vinnuhúsið hevur fingið til hoyringar frá Fíggjarmálaráðnum.

Lógaruppskotið er um, hvussu tað almenna skal krevja inn krøv og rokna rentu.  

Vinnuhúsið ger vart við, at uppskotið tekur eisini burtur formlig stig, áðrenn panting er.

Tað kann gera, at um ein fyritøka av misgáum ikki hevur varnast eitt krav, ella eina gjaldsfreist, kann panting fremjast uttan serliga fráboðan. 

Tað er bara Danmark sum hevur eina so stutta freist fyri panting, sigur Vinnuhúsið.

Onnur Norðurlond hava krøv, sum skulu fylgjast, áðrenn panting kann fremjast. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961