Manningin fingið virðisløn fyri at bera skjótt og rætt at

Manningin fingið virðisløn fyri at bera skjótt og rætt at
Eldur kom í íslendska uppsjóvarskipið Barða í summar, og Barði hevði ongan maskinorku, til Brimil kom og sleipaði skipið til Havnar
Barði liggur í Havn, har hann verður umvældur.
 
25.09.2026 - 08:08

Manningin á íslendska uppsjóvarskipinum Barða hevur fingið virðisløn fyri at bera skjótt og rætt at, tá eldur kom í skipið 12. juni.

Skiparin, Theodór Elvar Haraldsson, fekk virðisløn sum framúr góður skipari.

Eldurin kyknaði í maskinrúminum.

Barði var tá norðan fyri Føroyar á veg til Íslands úr Føroyum, har maskinan júst var dagførd

Skipið var uttan maskinorku í tríggjar tímar, til Brimil kom og sleipaði Barð til Havnar.

 

Verður umvældur í Havn

Har hevur skipið ligið síðani. Skaðin verður nú umvældur í Havn.

Eingin fólkaskaði stóðst av eldinum.

Virðislønin var latin á fiskivinnu- og alivinnuframsýningini IceFish 2026.

Skiparin sigur, at hendingin vísir, hvussu neyðug trygdarvenjingin er.

Hvør maður veit, hvat hann skal gera, kemur eldur í.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541