Odmar spælir uttan masku

Odmar spælir uttan masku
Odmar Færø fekk brot í seks støðum í andlitinum í dysti í summar fyri KÍ. Hann skuldi spæla við masku, men hana tveitti miðverjin eftir átta minuttir
Hans Erik Danielsen/FSF
Odmar Færø til venjing undan dystinum móti Kasakstan
25.09.2026 - 15:47

Tá Føroyar í morgin spæla móti Kasakstan verður Odmar Færø í miðverjuni. Í juli fekk Odmar Færø staðfest seks brot í andlitinum, eftir at hann og ein spælari hjá Atert Bissen brustu saman.

- Eg minnist ikki hendingina, men tað var ein skelkur. Onkur hevur spurt um eg fekk ilt, men eg minnist tað ikki. Eg skuldi spæla í masku, men hana tveitti eg eftir einum innhoppi upp á átta minuttir, sigur Odmar Færø.

Tað er meira heima við hús, at tey eru stúrin um harðføra miðverjan. Sjálvur hugsar hann lítið um skaðan og er til reiðar at seta høvdið á bóltin.

- Tað eru serliga konan, mamma og kanska læknin, sum stúra fyri mær. Vit hava vigað fyrimunir og vansar við at spæla við maskuni. Tann verjan, sum maskan gevur, vigar ikki meira enn hvat hon tekur frá mær, sigur Odmar Færø.

36 ára gamli miðverjin spælir sín landsdyst nummar 70, tá Føroyar í morgin spæla móti Kasakstan í Nations League. Sjónvarpið vísir dystin og byrjar at senda klokkan 16.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096