Géza fekk blátt eyga: - Tað nyttar ikki at grenja um tað

Géza fekk blátt eyga: - Tað nyttar ikki at grenja um tað
Géza Dávid Turi varð illa sparkaður og skallaður í javnleikinum ímóti Moldova, og vann eisini føroyska brotssparkið. - tú kanst einki gera við hasi skotini
29.09.2026 - 19:16

Géza Dávid Turi var í miðdeplinum, tá Føroyar sluppu við skrekkinum og einum stigi úr Moldova.

Miðvallarin varð bæði sparkaður og skallaður og fór av vøllinum við einum bláum eyga. Tað góða var, at tað einu ferðina, vann hann Føroyum brotssparkið, sum Viljormur Davidsen umsetti til 1-0 málið.

 - Tað var luftduell, og maðurin skallar meg í høvdið. Tú mást bara koyra víðari. Tað nyttar ikki at granja um tað, segði Géza Dávid Turi.

Hann og Mattias Hellisdal vóru í undirtali ímóti trímansmiðvøllinum hjá moldavum, sum stýrdu dystinum fyri tað mesta, og vóru nær við at avgera dystin við skotum frá Sergiu Percuin, sum eisini sendi eitt framúr útjavnandi fríspark í netið. 

 - Vit kláraðu at lukka teir niður til eitt vist, men teir høvdu handan níggjaran, sum skeyt nøkur skot. Tú kanst næstan einki gera við hasi, segði Géza Dávid Turi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096