- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement 2026: Nettup og Eimyrja komu í finaluna úr fyrsta umfari

Í grundini var framførslan hjá Claus í Grund í fyrsta umfari av Sement ein staðfesting av týdninginum av kappingini.
Alt sítt vaksna lív hevur Claus brent inni við einum brennandi ynski um at framføra sínar sangir fyri fólki.
Men ógvuslig pallræðsla hevur spilt Claus spælið. Ja, pallræðslan hevur verið honum lammandi.
Claus greiddi frá, at hann kendi seg noyddan at læsa seg inni og draga gardinurnar fyri, tá hann setti seg at spæla. Men sjálv tá óttaðist hann, at onkur skuldi hoyra seg spæla.
Claus í Grund tók eitt langt lop framm á leið, tá hann vann á pallræðsluni, hóast hann ikki vann í 1. umfari av Sement (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
LES EISINI: Sement 2026: 21 spennandi tónleikanøvn fara at kappast um sigurin
Vøgga fyri spírar
Men til Sement 2026 brast fyri nevi, og Claus meldaði seg til og trein fyrstu ferð á pallin at framføra sínar inniligu og persónligu sangir.
Og hóast tað bæði var eyðsæð og hoyrdist, at tað stóð nógv á toftamanninum, meðan hann framførdi, so Claus stóð royndina væl og virðiliga.
Claus kom ikki víðari í Sement-finaluna, men hann kom víðari við sínum tónleiki, og tað er ein stórur sigur í sjálvum sær fyri hann.
Hetta er júst tað, ið Sement er sett í verðini til at gera - at vera ein vøgga fyri spírar at vísa sín tónleik fyri fyri føroyingum -, og tað ger tónleikakappingin, sum javnt og samt fostrar næstu stjørnurnar á føroyska tónleikahimmalinum.
Rasmus Vigant var fyrstu á pallin og sera sannførandi, hóast tað í fyrstu siftu ikki rakk til eitt finalupláss (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Væl skúlað
Sement 2026 legði sera væl frá landi, tí fyrsta umfar hevði eitt gott støði. Hjá fólki, ið fylgja við heimliga tónleikapallinum, so virkaði tað eitt sindur undarligt, at fleiri av kendu og óiva sterkastu nøvnunum vóru koyrd í sama umfar. Her verður hugsað um Dóttir, Eimyrja og Rasmus Vigant. Øll hesi eru royndir tónleikarar, sum kvøldið eisini endurspeglaði.
Rasmus Vigant, ið er kendur úr Óró, Xperiment og Mark The Messenger, royndi seg fyrstu ferð einsamallur á pallinum. Talan var um væl skúlaðan og sera væl úr hondum greiddan singer/songwriter-tónleik frá Rasmus Vigant, sum er útbúgvin klaverspælari, men spældi gittar. Framførslan var eins sannførandi og sangirnir hansara um gerandislívið og at gerast vaksin, og tað kennist eitt sindur órættvíst, at tað ikki rakk til eitt finalupláss. Til tess var framførslan ríkiliga góð.
Niels Arge Galán, limur í Sement-dómsnevndini, til arbeiðis backstage (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Men vanligt er, at Sement-dómsnevndin, sum hetta kvøldið var mannað við Niels Arge Galán, Elinborg Pálsdóttir og Páll Oddur Rubeksen, plagar at lata onkrum luttakara eitt wildcard til Sement-finaluna.
Hetta wildcard blívur tó ikki avdúkað fyrr enn allir luttakararnir í finaluni eru funnir. Tað er nokk so upplagt, at Rasmus Vigant fær hetta wildcard, tí talentið, sangirnir og framførslan í fyrsta umfarinum hevði eitt finalupláss uppiborið.
Dóttir, sum í veruleikanum eitur Súsanna Herálvsdóttir, var sannførandi í fyrsta umfari av Sement, sambært serfrøðingunum í sjónvarpsstovuni, men tað rakk ikki til eitt finalupláss (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Ein tíðarlummi
Meðan Rasmus Vigant er væl skúlaður, so er Dóttir væl meira alternativ.
Dóttir, sum í veruleikanum er Súsanna Herálvsdóttir, hevur luttikið á Sement fyrr, og nú Súsanna og bólkur hennara vóru í Føroyum í sambandi við Pan-ArcticVision, sum var í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, var upplagt eisini at luttaka í Sement.
Dóttir kennist eitt sindur sum ein ferð í einari tíðarmaskinu aftur til aldarskiftið, tá Grót í Gøtu ráddi fyri borgum í Føroyum, og bólkar sum Clickhaze og Gestir vunnu Prix Føroyar. Tað er myrkur, alternativur popp/rokkur, sum til tíðir leggur seg uppat tí, ið verður kalla shoegaze.
Tað var fullsett í Reinsarínum til fyrsta umfar av Sement (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Talan er um sveimandi tónleik, har tónleikarar brúka nógv óljóð á sínum ljóðførum og tískil standa ein stóran part av tíðini og hyggja niður á pedalur á gólvinum, sum teir stýra við føtrunum. Harvið shoegazing.
Hóast framførslan hjá Dóttir fekk nógv rós frá serfrøðingunum í sjónvarpinum, Elly Johannesen og Knút Háberg Eysturstein, so rakk hon ikki til eitt pláss í Sement-finaluni.
Fólk skulu tó ikki óttast, at tey ikki fara at hoyra meira til Dóttir og Súsonnu Herálvsdóttir, tí hon arbeiðir við nýggjari plátu, "Kavarok".
Lukas Páll Wiberg er oddamaður í spennandi og ikki minst sjarmerandi unga blúsbólkinum Grótbrotið úr Miðvági, ið enn er nakað óbrýndur at koma í Sement-finaluna (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Óbrýnt blús
Júst sum serfrøðingarnir í sjónvarpinum sótu og eftirlýstu fleiri tónleikabólkar uttanfyri Havnina, traðkaðu fýra spentir tannáringar úr Vágunum á pallin. USA hevur sítt Missisippi-deltablús - Føroyar hava Vágasound.
Grótbrotið er ímyndin av einum kjallaraorkestri, og her skal "orkestri" úttalast við fleiri i-um í endanum. Grótbrotið eru fýra vinmenn, ið hava funnið saman í eitt orkestur, tí teir elska tónleik og at upptraðka. Og so ger tað ikki orkestrið har vesturi frá minni sjarmerandi, at teir hava kasta sín alsk á eitt av grundevnunum í modernaðum tónleikinum, blús, sum teir hava blandað við rokki og síðani latið eitt sindur av Vágasoundi útí.
Við kolli á høvdinum, framførdu Lukas Páll Wiberg, Ólavur Kristian Ragnarson, Ári Hattarstein Mittún og Ari Høgnason sítt sermerkta tónleikabland, har úttrykkið reikaði eitt sindur alt eftir, um høvuðsdenturin lá á blústónleikinum ella á rokkinum. Onkrar tungar løtur minti úttrykkið ikki sørt um Led Zeppelin, og tað klæddi Grótbrotinum væl.
Sjónvarsvertirnir Rebekka Manuela Behrens og Finnur Koba vóru eisini hugtikin av Grótbrotinum úr Miðvági (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Tíðin arbeiðir fyri Grótbrotinum
Teir fýra siftu um seg við nøvnum sum Rolling Stones og Beatles, tá teir blivu spurdir um íblástrarkeldur, og serliga væl riggaði tað hjá Grótbrotinum, tá oddamaðurin Lukas Páll Wiberg treiv í munnharpuna, ið hann spældi so ein gamal barrtónleikari úr New Orleans í USA. Tað skal Lukas Páll gera nógv meira av. Ja, Grótbrotið skal bara gera munnharpuna til sítt sereyðkenni.
Eyðsæddur var eisini Ári Hattarstein Mittún, ið vísti sera góð evnir á gittaranum.
Framførslan var til tíðir eins kitsj og hon var hugtakandi, men hon var ongantíð keðilig. Har eru knotur í ungu monnunum, og nú skulu teir hanga í og blíva við at spæla alt tað, ið teir eru mentir, tí so fer tíðin at arbeiða fyri teimum.
Tað hevði ikki undrað meg, um Grótbrotið einaferð strýkur avstað við sigrinum í Sement, men enn er blúsrokkurin hjá teimum nakað óbrýnt, men tað blívur hann ikki við at vera.
Eimyrja við Gerhardi Lognberg á odda eru gamlir í garði bæði á føroyska tungmálspallinum og í Sement-samanhangi, og tað gjørdi kanska munin, tá bólkurin spældi seg í finaluna (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Tað gløðir í Eimyrju
Eimyrja hevur ikki bara fingið sær navn eftir eiminum, sum hevur hildið lív í føroyingum í fleiri øldir. Tað gløðir sanniliga eisini í Eimyrju.
Tungmálsbólkurin, hvørs bulur eru skúlalærarar, ið hava verið virknir á føroyska tungmálspallinum í nógv ár, var so mikið sannførandi í fyrsta umfari av Sement, og tað var nokk til eitt finalupláss.
Royndu tónleikararnir mistu ikki pippið av, at bassurin hjá Jan Bolstad Anthoniussen brádliga gekk fyri til ljóðroyndina, eiheldur av at ein skál hjá trummuspælaranum Edvin H. Niclasen leyp av stativinum, meðan Eimyrja framførdi. Orkan og yvirskotið hjá bólkinum skalaðist ikki av hesum. Tað er kul.
Lazar Ilic og Baldur Holm í Nettup hava nú gloppað hurðina inn á føroyska tónleikapallin, og tað er ilt at ímynda sær, at teir ikki vinna Sement (Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Trupult at steðga Nettup
Fyrsta umfar av Sement avdúkaði tó eisini, at tað verður trupult at steðga hipp hopp-dou'ini Nettup úr Havn. Eyðkenda, erpna havnar-eygnabragdið (swagger) rýkur av Lazar Ilic og Baldur Holm, sum longu hava ein rættiliga stóran fjepparaskarða.
Tað er ein her-kom-vit-hugburður, ið er ólukksáliga sjarmerandi til tíðir, men kann eisini vera sera irriterandi til aðrar, um fólk ikki hava nakrar gávur at hava hugburði í.
(Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Og nettup tað hava ungu menninir í Nettup. Bæði tónleikur og rapp reyk eisini av talenti, yvirskoti og kanti, sum var hugtakandi.
Tað kendist modernað upp á ein kanska eitt sindur ómodernaða máta, tí nógv av tí peikaði aftureftir til 90-árini, sum eru so inn aftur.
(Mynd: Tordis Vang Guttesen)
Nettup eru ársins Tunghoyrt, sum ognartóku Sement í fjør, hóast tað var Hans Andrias sum vann.
Tað er ilt at ímynda sær, at Nettup ikki vinnur Sement 2026.
Fyrsta umfar kann síggjast HER ella við at trýsta á play herundir.
Hvat: Sement 2026
Hvar: Í Reinsarínum, sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Øll leygarkvøld í oktober kl. 20
Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Niels Arge Galán, Anna Iachino, Danny Baldursson, Ísak Sambleben og Páll Oddur Rubeksen.
Vertur: Lillian Dalsgaard
Sjónvarpsvertir: Rebekka Manuela Behrens & Finnur Koba
Reportari: Bjartur Sigmundarson
Treytir fyri luttøku:
- Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella hava fast tilknýti til Føroyar.
- Framførslan má í mesta lagi vara 12 minuttir.
- Øll løg skulu vera egin løg og ikki útgivin frammanundan.
- Ein tónleikari kann luttaka í upp til trimum bólkum. Tó kunnu í mesta lagi tveir tónleikarar ganga aftur í somu bólkum.
- Hevur ein bólkur vunnið Sement, skulu fimm ár ganga, áðrenn sami bólkur kann luttaka aftur.
Sement-vinnarar:
2025: Hans Andrias
2024: Gówa
2023: Aggrasoppar
2022: Marius DC
2021: Joe & The Shitboys
2020: Tamara
2019: Reality Bites
2018: Fróði Bjarnason
2017: Jasmin
2016: Blusette
2015: Konni Kass
2014: Lyon and The Color Storm
2013: The Absent Silver King
2012: Sleepless Ghosts
2011: Guðrun & Bartal
2010: Hamferð




































