- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskt skip í samanstoyti
Føroyskt skip í samanstoyti
Trý skip, eitt tangaskip og tvey farmaskip, rendu saman í Valderhaugfjørðinum við Ålesund í Noregi sunnunáttina

Hav Frakt.
05.10.2026 - 06:18
Trý skip, eitt tangaskip og tvey farmaskip, rendu saman í Valderhaugfjørðinum við Ålesund í Noregi sunnunáttina.
Eitt teirra er Hav Frakt úr Føroyum.
Eingin fólkaskaði hendi, og ikki var neyðugt at fara av skipunum.
Eitt skipið fór at leka.
Orsøkin til samanstoytin er ikki kend enn. Politiið kannar enn málið, og hevur longu gjørt nakrar avhoyringar og tekniskar kanningar.
Eingin skuldseting
Eingin er skuldsettur í málinum, skrivar NRK.
Boðað var frá ringum sýni á leiðini, har skipini stoyttu saman.
Tvey teirra sigldu norðureftir og eitt suðureftir.
Promilluroyndir eru tiknar. Tær vístu, at eingin var ávirkaður.
Øll trý skipini fingu skaða.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























