- Tíðindi, mentan og ítróttur
Macron krevur fult gjøgnumskygni um handfaring hjá løgregluni

- Fult gjøgnumskygni skal vera um handfaringina hjá løgregluni av mótmælisgongunum, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron.
Røðan í gjárkvøldið kemur eftir mótmælisgongur leygardagin móti høgum prísum og versnandi almennum tænastum, har fleiri hundrað sivilfólk og løgreglufólk fingu skaða.
Nærum 1.800 fólk vórðu handtikin.
Macron segði í røðuni, at einki rættvísger harðskap.
Enn eitt mótmælisfólk misti hondina, tá tað tók eina av sjokk-granatunum hjá løgregluni, áðrenn hon sprongdist.
Eldásetinhgar og rán
Hetta er aðru ferð seinastu tvær vikurnar at hetta hendir.
Eftir fyrstu hendingina, bannaði franski innanríkisráðharrin, Laurent Nuñez, fyribils nýtsluni av sjokk-granatum.
Landsumfatandi mótmælisgongurnar eru vorðnar ógvusligari seinastu fýra vikurnar.
Leygardagin vóru fleiri harðir samanbrestir, eldásetingar og umfatandi rán fleiri staðni í landinum.
Fraklendingar fara á val 18. apríl næsta ár, har nýggjur forseti skal veljast.




























