- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lokkarin er fluttur inn í barna- og ungdómskømur

Lokkarin, sum vit fyrr ávaraðu børnini ímóti á spæliplássinum ella í samband við fremmand fólk í bili, er í dag fluttur inn í barna- og ungdómskømur gjøgnum snildfonir, spøl og sosialar miðlar.
Tað sigur Erling Fles frá KRIS, sum vísir á, at talgildi heimurin hevur gjørt tað lættari hjá fólki at koma í samband við børn og ung, ofta undir følskum samleika.
– Tað er í lummanum, inni í kamarinum, og tað er øgiliga trupult at verja seg, tí tað er so ræðuliga lítið ímillum, sigur hann.
Sambært Erlingi kann ein lokkari fyrst byggja eitt álit upp hjá barninum við at vísa umsorgan ella hjálpsemi. Seinni kann sambandið verða misnýtt, og barnið kann enda í eini støðu, har tað kennir seg snýtt ella hótt til at tiga.
Avleiðingarnar kunnu vera álvarsligar og fylgja teimum raktu í nógv ár. Serliga skomm og skuldarkensla kunnu gera tað trupult at siga frá, eisini tá talan er um myndir, sum eru sendar í áliti, men seinni verða misnýttar.
Tí heldur Erling Fles, at tað er avgerandi, at foreldur tosa opið við børn síni um talgilda lívið. Tá barnið fær sína fyrstu telefon, eigur tað eisini at fáa vegleiðing um, hvat kann henda á netinum, og hvussu tað kann bera seg at.
– Tað besta fyribyrgingarráðið er at tosa við barnið og læra, at samskiftið ikki er fordømandi, men opið, so vit royna at hjálpast at, sigur hann.
Týsdagin 27. oktober skipar KRIS fyri ráðstevnuni Lokkarin í nýggjum klæðum í Norðurlandahúsinum. Har verður millum annað ein nýggj landsumfatandi kanning um kynsligan ágang í Føroyum løgd fram. Ráðstevnan er útseld.
























