- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serskúlatilboðið fingið góða móttøku
Ein royndarverkætlan við tveimum serflokkum hevur verið í Venjingarskúlanum seinastu fimm árini. Skúlablaðið skrivar, at verkætlanin hevur roynst sera væl, millum annað tí nógvir næmingar eru komnir víðari í útbúgvingarskipanini eftir at hava verið við í verkætlanini.
Tað er Sernám, sum umvegis Mentamálaráðið, hevur tikið stig til og hevur havt ábyrgdina av sertilboðnum.
Emmy S. Joensen, stjóri á Sernámi, sigur, at námsfrøðiliga innihaldið, tilgongdin og skipanin av skúladegnum er alt tillagað til hvønn einstaka næming, og tað er ein orsøk til, at royndarverkætlanin er so væl eydnað og hevur so góð úrslit.
Tryggir karmar hava stóran týdning
Skúladagurin er fastlagdur eftir einum ávísum námsfrøðiligum leisti, sum næmingarnir eru tryggir við og kenna. Flestu teirra hava eina diagnosu, men tað er ikki diagnosan, sum er í miðdeplinum.
Tað er umráðandi at tryggja næminginum ein skúladag, har hann kennir seg tryggan og fær avbjóðingar, so hann tilognar sær fakligar, persónligar og sosialar førleikar, sum viðvirka til, at hann fótar sær í skúlanum og kemur at trúgva upp á seg sjálvan, sigur Emmy Joensen við Skúlablaðið.
Burturvístir úr skúlanum
Allir næmingarnar, sum ganga í serflokkunum, hava havt tað sera trupult í vanligu floksundirvísingini og teir eru, av ymiskum orsøkum, ekskluderaðir úr vanliga skúlanum. Fleiri hava lítið og einki gingið í skúla, tá ið teir byrjaðu í serflokkunum.
Emmy Joensen sigur, at nógv hava vent sær til Sernám, tí tey ynskja at sleppa at ganga í flokkinum. Og hon heldur tí, at tøvrur er á líkandi tilboðum kring alt landið.
Í ár eru 19 dreingir og 1 genta í serflokkinum, og teir eru býttir sundur í ein yngra og ein eldra flokk. Starvsfólkini eru 7 í tali, 5 lærarar, 1 læraravikarur og 1 námsfrøðingur.