- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eingin løta á pallinum kemur aftur

– Tað er nærveran og tann serstaka løtan millum sjónleikararnar og áskoðararnar, sum ongantíð kemur aftur. Onkuntíð flenna tey, onkuntíð eru tey gravalvorlig, og onkuntíð gráta tey. Næsta kvøld er tað heilt øðrvísi, sigur Gunnvá Zachariasen.
Hon heldur, at júst hetta ger sjónleikin til eitt týdningarmikið mótstykki til talgilda heimin, har vit kunnu síggja filmar og sjónvarpsrøðir umaftur og umaftur.
Fyri Gunnvá var tað ein stór og rørandi løta at fáa Mentanarvirðisløn landsins. Hon hevur brúkt stóran part av lívinum á pallinum, og virðislønin er ein viðurkenning av, at arbeiðið hevur sett spor.
– Tað er so serligt við sjónleiki, at hann er liðugur, tá ið hann er liðugt spældur. Og so veit mann ikki ordiliga, hvar hann livir víðari. Kanska festir hann seg í minninum, hjartanum ella kenslulívinum hjá fólki.
Hóast stóra heiðurin hevur Gunnvá Zachariasen úr at gera. Hon ferðast í hesum døgum kring landið við leikinum Gandakellingin úr Skúvoy og skal eisini til Grønlands at undirvísa sjónleikararnæmingum.
Í morgunsendingini greiddi hon frá serstøku løtunum á pallinum, kærleikanum til sjónleikin og týdninginum av at geva hesi listagrein størri rúmd í føroyska samfelagnum.
























