Bolsonaro er komin til USA

Bolsonaro er komin til USA
45 ára gamli senatorurin tapti forsetavalið í Brasil, men hann hevur sýtt fyri at viðurkenna valúrslitið
Flávio Bolsonaro á veg úr flogfarinum, sum setti seg á einum flogvølli í Florida.
Mynd: Ricardo Arduengo/AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.10.2026 - 15:13

Høgravendi, brasilski senatorurin, Flávio Bolsonaro, er komin til USA.

Tað vísa sjónbandaupptøkur hjá AFP og Ritzau tíðindastovunum, sum eru tiknar nærhendis einum flogvølli í amerikanska statinum, Florida.

Bolsonaro tapti sunnudagin forsetavalið í Brasil fyri sitandi forsetanum, vinstrahalla Luiz Inácio Lula da Silva.

45 ára gamli senatorurin hevur sýtt fyri at viðurkenna valúrslitið.

Fyrr í vikuni gav braisliski hægstirættur Bolsonaro boð um at lata løgregluni passið innan 24 tímar, tí hann er undir illgruna fyri at hava framt korruptión og hvítvask.

Flávio Bolsonaro, sum er sonur fyrrverandi forsetan í Brasilia, Jair Bolsonaro, vísir hinvegin aftur, at hann skal hava gjørt nakað revsivert.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711