- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna rottur í Føroyum fyri bakteriur
Umleið 400 føroyskar rottur eru savnaðar inn og frystar niður, og nú verða tær kannaðar á einari kanningarstovu á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum.
Tað er Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, sum vil fáa greiðu á, um føroyskar rottur bera bakteriur, sum kunnu elva til sjúku hjá fólki.
Ein av bakterium, sum áður hevur verið kannað í føroyskum rottum, er leptospira. Hon kann elva til sjúkuna leptospirosu, sum bæði fólk og dýr kunnu fáa.
Sjúkueyðkennini minna ofta um influensu við fepri, høvuðpínu og vøddaeymleika. Í summum førum kann sjúkan tó gerast álvarslig.
Fólk kunnu millum annað verða smittað, um tey koma í samband við vatn ella umhvørvi, sum er dálkað av landi frá smittaðum rottum.
Rotturnar, sum nú verða kannaðar, eru savnaðar úr ymiskum støðum kring landið. Kanningarnar kunnu geva størri vitan um, hvørjar bakteriur føroyskar rottur bera við sær, og um munur er á rottum úr ymiskum økjum.
Úrslitini kunnu sostatt geva eina betri mynd av møguligum smittuvanda frá rottum í Føroyum.
























