Londini í ríkisfelagsskapinum fáa formansskapin í Norðurlandaráðnum

Londini í ríkisfelagsskapinum fáa formansskapin í Norðurlandaráðnum
Lars-Christian Brask, fólkatingsmaður, verður forseti, og Sunnvá Dahl Høgfeldt, løgtingskvinna, verður varaforseti
Sunnvá Dahl Høgfeldt í forsetasessinum á ársfundinum í Helsinki. Høgrumegin Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum.
Mynd: Mathias Dimon Næs  
 
29.10.2026 - 15:24

Føroyar, Grønland og Danmark fáa formansskapin í Norðurlandaráðnum.

Á nýggjárinum taka Føroyar, Grønland og Danmark við formansskapinum í Norðurlandaráðnum.

Tað upplýsir danska fólkatingið.

Hetta verður fyrstu ferð, at londini í ríkisfelagsskapinum hava formansskapin saman.

 


Lars-Christian Brask. (Mynd: Altinget)

 

Lars-Christian Brask, sum er fólkatingsmaður fyri Liberal Alliance og formaður í donsku sendinevndini í Norðurlandaráðnum, verður nýggjur forseti í ráðnum.

Sunnvá Dahl Høgfeldt, sum saman við Bjørg Brynhildardóttur Egholm, umboðar løgtingið í Norðurlandaráðnum, er vald sum varaforseti í ráðnum.

Hon sat í forsetasessinum á fundinum í Helsinki í dag i sambandi við, at sitandi og nýggi formansskapurin býta uppgávuna millum sín.

Finnland hevur formansskapin í ár, men letur hann frá sær á nýggjárinum.

 


Føroyar hava formansskapin í ungdómsráðnum hjá Norðurlandaráðnum næsta ár. Jóhannis Erlendsson, vinstrumegin, verður formaður. Her av hann avmyndaður saman við Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum, og Sunnvá Dahl Høgfeldt, sum verður varaforseti í Norðurlandaráðnum næsta ár. (Mynd: Kristina Háfoss á Facebook)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672