Fleiri minningarhald teirra sjólátnu í dag

Fleiri minningarhald teirra sjólátnu í dag
Í dag, alla halgannadag, eru fleiri minningarhald til minnis um tey, sum eru deyð á sjónum. Almenna minningarhaldið verður í Vinnuháskúlanum í Havn klokkan 14.
Almenna minningarhaldið til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki á sjónum, verður í Vinnuháskúlanum í Havn kl. 14
Mynd: Savnsmynd/Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2026 - 10:32

Fleiri staðni í landinum verður minningarhald í dag, allahalgannadag.

Almenna minningarhaldið til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Havn kl. 14, har Beinir Johannesen, løgmaður, fer at tala og Heri Joensen, prestur, hevur eina andakt.

Tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.

Síðani verður farið í Viðarlundina, har løgmaður leggur ein krans við minnisvarðan.

Og gudstænasta verður í Dómkirkjuni klokkan 20.00.

Ein maður er deyður á sjónum hetta seinasta árið, síðani minningarhald teirra sjólátnu var í fjør.

Tað var Eyðfinn Rólant Johansen úr Miðvági, sum doyði 14. desember um borð á trolaranum Stelki.

Hann var 69 ára gamal. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860