
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Tapa republikanararnir miðskeiðisvalið í USA í dag, kunnu seinastu tvey árini hjá Donald Trump, forseta, gerast kaotisk.
Tað søgdu Regin Berg og Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingar, í Breddanum fyrrapartin.
Miðskeiðisvalið var evnið í sendingini í dag.
Regin Berg sigur, at kanska fer Trump at royna at gera avtalur við demokratar, í eini roynd at sáa split í demokratiska flokkinum, fyri at styggja progressiva partin burtur. Annars fer forsetin helst at halda fram at stýra við fyriskipanum, sum hann hevur gjørt, og sum demokratar ella dómstólar fara at forða ella steðga, sigur Regin Berg.
Hallur av Rana sigur, at vinna demokratarnir, kann verða spurt, um teir fara at royna at reisa ríkisrættarmál móti forsetanum. Verður tað gjørt, verður ruðuleiki í amerikanskum politikki næstu árini.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Allur Breddin kann hoyrast her.