- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orkuískoytið samtykt í dag

Løgtingið fer í dag, sambært dagsskránni fyri tingfundin, at atkvøða um, at orkuískoytið verður dupult so stórt í ár.
Semja er í løgtinginum um tað.
Øll í trivnaðarnevndin taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum.
Húski skulu fáa møguleika til at søkja um eitt orkuískoyti aftrat, 5.000 kr. í ár.
Við hesum verður orkuískoytið 10.000 kr. í ár.
400 húski fingu orkuískoyti í fyrra umsóknarumfarinum í ár.
Tvær milliónir
Landsstýrið væntar, at talið verður tað sama í seinna umfarinum.
So tað kostar landskassanum tvær milliónir krónur.
Pengarnir eru longu til, tí avlop er í játtanini til familjuískoyti í 2026.
Tí er ikki brúk fyri eykajáttan, sigur landsstýrið.
Skipanin um orkuískoyti, sum fer úr gildi á nýggjárinum, verður ikki longd.
Umrøða verður eisini um skrivliga fyrispurnigin hjá Eiriki í Jákupsstovu, tingmanni, til Bárð á Lakjuni, landsstýrismann, um frástøðu millum bústað og undirvísingarstað hjá lesandi og lærlingum.
Og trý uppskot hjá Sjálvstýri hava fyrstu viðgerð í dag.


























