- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir varamenn í tinginum
Tríggir varamenn í tinginum

Jóhannis Joensen er á ST-aðalfundi í New York.
10.11.2026 - 08:46
Tríggir varamenn eru komnir í løgtingið.
Jóhan Christiansen í Tjóðveldi hevur tikið sæti fyri Bjørg Brynhildardóttur Egholm, sum er í farloyvi í eina viku frá 9. november.
Steffan Abrahamsson Løkin í Fólkaflokkinum er komin fyri Jørgen Niclasen, sum er í farloyvi frá 6. til 12. november.
Og Djóni Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum er komin í tingið fyri Jóhannis Joensen, sum er í farloyvi frá 5. til 12. november. Hann er á ST-aðalfundi í New York.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























