Reistu seg eftir marruhálvleik

Reistu seg eftir marruhálvleik
Føroysku hondbóltskvinnurnar fingu oyruni í norsku maskinuna í fyrra hálvleiki, sum endaði 24-10, men eftir steðgin gekst heldur betur og munurin vaks ikki so nógv afturat
Marita Mortensen roynir seg ímóti sterku norsku verjuni. Hon skeyt tvey mál í stórtapinum
Mynd: Lars Haug  
 
26.11.2026 - 20:59

Føroysku kvinnurnar høvdu ongantíð roynt seg ímóti Norra, og spurningurin er, um tær hava hug at spæla ímóti teimum aftur.

Vertirnir í Tróndheimi vístu nevniliga onga náði í EM-upphitingardystinum í dag, sum endaði 41-23 til EM, HM og OL-gullvinnararnar.

Serliga fyri steðgin sá einki serligt út. Maria Pálsdóttir Nólsoy var ikki við av persónligum ávum, og føroyingarnir høvdu meir enn ilt við at skjóta mál ímóti góðu norsku verjuni, gjørdu alt ov nógvar tekniskar villur og eitt skifti var støðan 14-3.

Hálvleiksstøðan var 24-10, men eftir steðgin batnaði nógv. Jana Mittún mátti taka stóra ábyrgd, og bakkurin, sum var kosin besti føroyski spælarin eftir dystin, fekk betur glið á so líðandi.

Allir teir føroysku spælararnir komu á vøllin, og leygardagin halda EM-fyrireikingarnar fram við ríkisdysti ímóti Danmark.

 

Føroyskir málskjúttar: Pernille Brandenborg 5(2), Jana Mittún 5, Rannvá Olsen 4, Fríða Nolsøe Olsen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2, Marita Mortensen 2, Christina Turiðardóttir Arge 2

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928