Politiið gjalda fyri avlurting

Politiið gjalda fyri avlurting
Vil politiið sleppa at avlurta telefonir, skal politiið sjálvt rinda fyri tað, siga Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið
 
11.02.2014 - 10:01

Vil politiið sleppa at avlurta telefonir, skal politiið sjálvt rinda milliónirnar, sum tað kostar.

Tað siga Føroya Arbeiðs-gevarafelag og KT-felagið um avlurtingarpakkan, sum feløgini hava havt til hoyringar.

Tað er eyðsýnt, siga feløgini, at verður lógaruppskotið samtykt soleiðis, sum tað er orðað nú, og rokningin fyri íløgu og rakstur fellur til fjarskiftis-veitararnar, so tyngist raksturin hjá feløgunum, Føroya Tele og Vodafone, munandi.

Og rokningina fáa brúkararnir, tað eru fólk flest, tað almenna og vinnan í Føroyum.

Hetta fær so aftur avleiðingar fyri kostnaðarstigið í Føroyum yvirhøvur.

Niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagnum er púra greið: rokningina fyri tøkniliga útgerð og skipanir fyri at kunna avlurta telesamskifti eigur politiið og ikki fjarskiftisfeløgini.

Ein leyslig meting sigur, at avlurtingarpakkin fer at kosta tíggju milliónir krónur í íløgum og 1,7 mió. kr. í rakstri um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107