- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skráseta allar bátar
Sjóvinnustýrið fær góðar 800.000 kr. í kassan, tá lógin um skipaskráseting er broytt.
Men Sjóvinnustýrið fær eisini eina eykajáttan, tí neyðugt verður at seta eitt fólk í starv í hálvt ár at dagføra far-skránna og talgilda hana.
Uppskotið hjá Vinnumálaráðnum um broytingar í skipaskránni er sent til hoyringar.
Sambært viðmerkingunum um lógaruppskotið hevur verið neyðugt at dagføra far-skránna í nógv ár.
Og nú skal tað so gerast.
Í far-skránni ber til at skráseta smábátar, men nógvar upplýsingar har eru ikki dagførdar.
Og allir bátar eru ikki skrásettir.
Nú skulu øll, sum eiga smábátar, hava skyldu til at skráseta bátar sínar.
Og tað skal eisini kosta nakað, 200 kr. um árið, at hava bátin skrásettan í far-skránni.
Vinnumálaráðið heldur, at 400 bátar eru ongastaðni skrásettir.