VÍF fingið nýggjar venjarar

VÍF fingið nýggjar venjarar
Kári Mortensen er nýggjur høvuðsvenjari hjá VÍF-kvinnunum. Svanna Hanusardóttir og Sveinbjørn Poulsen eru eisini partur av nýgggja venjaratoyminum
 
17.02.2014 - 12:08

Henrik Gerster hevur fyribils staðið á odda fyri VÍF-kvinnunum, síðan Jan Ottosen valdi at takka fyri seg og brúka alla sína tíð upp á landsliðsvenjarastarvið í Avstralia.

Nú hevur felagið sett Kára Mortensen, sum fer at fáa hjálp frá Svannu Hanusardóttir og Sveinbirni Poulsen, skrivar vif.fo

VÍF-kvinnurnar eru í løtuni á øðrum plássi í landskappingini við 22 stigum. Tær eru eitt stig aftanfyri Kyndil, sum er á fyrsta plássi.

Tað verða mest sannlíkt hesi bæði liðini, ið fara at spæla finaluna, tí heili átta stig eru niður til VB á triðja plássi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672