Kaffi dýrkar

Kaffi dýrkar
Turkur í Brasilia rakar kaffiframleiðslu meint
 
19.02.2014 - 11:12

Prísurin fyri kaffi fer væntandi upp, tí útboðið av kaffibønum minkar. Tað skrivar Wall Street Journal.

Turkur hevur verið í Brasilia, haðani meginparturin av kaffinum kemur, og kaffiframleiðslan er minkað munandi. Avleiðingin er, at prísirnir fyri kaffi eru øktir 38 prosent í 2014. Hetta er størsta príshækking í 10 ár.

Sambært fólki í vinnuni tekur tað vanliga nakrar mánaðir, til príshækkingin merkist hjá brúkarnum, tí fleiri kaffiframleiðarar keypa kaffibønir nakrar mánaðir frammanundan og tí hava stórar goymslur.

Ógvusligu príshækkingarnar kunnu elva til, at kaffiprísurin fer upp um fáar vikur, skrivar Wall Street Journal sambært Ritzau Finans.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723