Russiskar herdeildir streyma inn á Krim-hálvoynna

Russiskar herdeildir streyma inn á Krim-hálvoynna
Saman við mest nýmótans hernaðarakførum streyma russiskar herdeildir í løtuni inn á Krim-hálvoynna.
 
03.03.2014 - 15:25

- Neyðugt er við russiskum herdeildum í Ukraina, til politiska støðan aftur er komin í fasta legu, sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, við AP-tíðindastovuna.

Verja landsmenn

Sergei Lavrov sigur, at orsøkin til streymin av russiskum herdeildum inn á Krim-hálvoynna er at verja fólkið og russiskar landsmenn.

- Tað snýr seg um rættindini at liva, onki annað, sigur russiski uttanríkisráðharrin.

Brynjaði hernaðarakfør

Myndir í hópatali vísa brynjaði hernaðarakfør - tey mest nútímans hjá russiska herinum, koyra í stórum fylgjum á sjálvari Krim-hálvoynni.

- Tey, sum tulka hesa støðuna sum álopskendan ágang, og hótta okkum við tiltøkum og boykottum, eru tey somu sum mæla politiskum stuðlum at víkja frá øllum samráðingum, sigur russiski uttanríkisráðharrin.

Sambært ukrainskum myndugleikum hava ukrainsk hernaðarflogfør forðað russiskum hernaðarflogførum at flúgva inni í ukrainskum loftrúmi.

Kelda: VG/AP

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572