Leita framvegis eftir flogfari úr Malaysia

Leita framvegis eftir flogfari úr Malaysia
Hóast bæði skip, flogfør og tyrlur hava leitað eftir malaysiska flogfarinum, sum hvarv á veg úr Kuala Lumpur til Bejing, er onki ítøkilig funnið.
Enn er onkið ítøkiligt funnið, eftir at eitt flogfar úr Malaysia hvarv.
 
10.03.2014 - 09:01

Leitað verður framvegis eftir malaysiska flogfarinum, sum hvarv seinnapartin fríggjadagin, og kanningarfólk vísa ikki aftur, at flogfarið kann vera rænt.

239 fólk

Tað vóru 239 ferðafólk við flogfarinum, sum var á veg úr Kuala Lumpur í Malaysia til Beijing í Kina, tá tað hvarv. Flogfarið hvarv av radaranum, tá tað var yvir havinum sunnanfyri Vietnam, og síðani er einki frætt um flogfarið.

Myndugleikarnir í Malayisia siga, at einki er frætt um flogfarið, og eingir vraklutir eru funnir. Tað bendir á, at flogfarið er brotnað í luftini, sigur kanningarleiðarin.

34 flogfør og 40 skip hava um vikuskiftið leitað í økinum, har hildið verður, at flogfarið datt niður. Olja er funnin í økinum, og seinnapartin verður greitt, um oljan stavar frá horvna flogfarinum, skrivar AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Hósdag 25. desember
Margreta
201861