USA fer ikki at leggja uppí við hermegi í Ukraina

USA fer ikki at leggja uppí við hermegi í Ukraina
Tað gjørdi Barack Obama, forseti, greitt í samrøðu við sjónvarpsstøðina NBC í gjár
USA fer ikki at leggja uppí við hermegi í Ukraina, sigur Barack Obama, forseti í USA
Mynd: AP

20.03.2014 - 14:01

- Vit verða ikki partur av einum hernaðarligum átaki. Vit hava ongan tørv á at fara í kríggj við Russland. Tað vilja ukrainar ikki, og tað vil eingin, segði Obama í sjónvarpssamrøðuni.

USA ætlar í staðin at skipa eina altjóða samgongu, sum skal leggja diplomatiskt trýst á Russland. Boðini til russisku valdsharrarnir eiga at verða, at Ukraina skal sjálvt avgera lagnu sína.

Mánadagin setti amerikanski forsetin tiltøk í verk móti 11 russum og ukrainum og segði, at USA fer at leggja trýst á Russland um at sleppa takinum um Ukraina og Krim-hálvoynna.

Obama segði í samrøðuni við NBC, at russiska innrásin er tekin um, at Vladimir Putin, forseti, er veikur, tí hann stúrir fyri at missa ávirkan í ávísum londum.

Ein stórur meiriluti avgjørdi á fólkaatkvøðu sunnudagin, at Krim-hálvoyggin skal loysa frá Ukraina, og verða partur av Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852