Sleppa nú aftur í norskan sjógv

Sleppa nú aftur í norskan sjógv
Føroyar og Noreg hava gjørt sínámillum fiskirættindaavtalu. 10.000 tons av toskavkotuni frá russum kunnu fiskast í norskum sjógvi
Enniberg og hinir flakatrolararnir kunnu nú eisini royna í norska partinum av Barentshavinum
 
27.03.2014 - 07:51

Føroysk skip sleppa nú aftur í norska partin av Barentshavinum at royna.

Føroyar hava fingið 2.000 tons av toski, 400 tons av hýsu, 300 tons av upsa og 100 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi, nú Føroyar og Noreg aftur hava gjørt avtalu um sínámillum fiskirættindi. Harafturat kunnu føroysk skip fara í norskan sjógv eftir 10.000 tonsum av toskakvotuni, 900 tons av hýsu og 200 tons av øðrum fiski, sum Føroyar hava fingið frá Russlandi.

Longa og blálonga

Norsk skip sleppa at fiska 1.250 tons av longu og blálongu, 1.025 tons av brosmu og 737 tons av øðrum fiski í føroyskum sjógvi. Norsk skip kunnu eisini fiska 80.000 tons av norsku svartkjaftakvotuni í føroyskum sjógvi, sambært avtaluni, sum samráðingarleiðararnir Ann Kristin Westberg og Andras Kristiansen undirskrivaðu í gjár.   

Makreltrætan gjørdi, at eingin avtala millum Føroyar og Noreg um fiskirættindi var árini 2011, 2012 og 2013. Nakrir trolarar hava longu fingið loyvi frá Fiskimálaráðnum at royna í norskum sjógvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959