Eldgos í Ekvador sendir út stór øskuskýggj

Eldgos í Ekvador sendir út stór øskuskýggj
Eldgosið Tungurahua sunnanfyri høvuðsstaðin í Ekvador sendir í løtuni øsku og royk 10 kilometrar upp í luftina
Tungurahua-eldgosið í Ekvador sendir royk og øsku 10 kilometrar upp í luftina. Íbúgvar í grannabygdum og býum kunnu vera í vanda
Mynd: AP

06.04.2014 - 10:40

Eitt av heimsins mest aktivu eldgosum, Tungurahua, 10 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin í Ekvador, er byrjað at gera um seg, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Íbúgvar í grannabygdum og býum eru óttafullir, tí teir óttast, at eldgosið fer at goysa og kann elva til stóran skaða í økinum kring aktivu vulkanina, fer hon at goysa.

- Júst nú er avmarkað, hvussu nógv øska kemur úr eldgosinum, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar, eftir eina stóra spreinging, sum var í eldgosinum fríggjadagin.

Fólk nokta at flyta burtur

Fleiri bygdir og býir eru nærhendis Tungurahua-eldgosinum, ið er 5.029 metrar til hæddar. Mest hótti býuruin er Banos, ið eisini er vælumtókt ferðamál.

Myndugleikarnir í Ekvador hava givið boð um at allir íbúgvarnir skulu flytast burtur. Íbúgvarnir hava kortini ikki aktað boðini og eru ikki fluttir burtur.

Tungurahua-eldgosið í Ekvador hevur gjørt um seg við jøvnum millumbilum síðan 1999. Í 2006 lótu seks fólk lív, tá eldgosið í Ekvador fór at goysa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097