Íslendsku standmyndirnar fáa ikki frið í útlondum

Íslendsku standmyndirnar fáa ikki frið í útlondum
Heldur ikki í Chicago fáa listarverk frið. 13 ára gamal drongur er ákærdur fyri herverk móti 18 av standmyndunum hjá Steinunn Þórarinsdóttir
Soleiðis sá út í Viðarlundini í Havn í fjør summar, og í Chicago fáa standmyndirnar heldur ikki frið
 
08.04.2014 - 17:14

Steinunn Þórarinsdóttir sýnir í løtuni fram 26 standmyndir av menniskja-figurum við yvirskriftini "Mørk". Standmyndirnar standa ymsastaðni í Grant Park í Chicago.

13 ára gamli drongurin skal hava sproytað máling á 18 standmyndir og skriva ólesiligar bókstavir á tær, skrivar Chicago Tribune.

Drongurin kann verða dømdur at rinda 300 dollarar í bót, fyri at hava framt herverkini, og upp í 10.000 dollarar fyri at hava framt herverk móti almennum ognum, skrivar Chicago Tribune í dag.

Í Føroyum

Talan er um somu standmyndir, sum vóru settar upp í Viðarlundini, á Vaglinum og uttanfyri Norðurlandahúsið í Havn, og herverk varð eisini framt móti teimum tá.

Í august vórðu standmyndirnar so fluttar úr Føroyum til Chicago. Har hava ókendir gerningsmenn um vikuskiftið sproytað máling á 18 standmyndir og skrivað ólesiligar bókstavir á tær, skrivar Chicago Tribune. Herverkið er meldað til løgregluna í Chicago.

Vakt øsing

Málið hevur fingið nógva umrøðu og hevur vakt øsing í Chicago.

Eftir ætlan skuldu standmyndirnar longu verið tiknar niður, men sambært Chicago Tribune, avgjørdi Steinunn Þórarinsdóttir at lata tær standa til oktober í ár, tí framsýningin hevur verið so vælumtókt.

Skaðar umdømið hjá Chicago

Leiðarin fyri Grant Park sigur við Chicago Tribune, at herverkini skaða umdømið hjá býnum.

- Vit hava stríðst fyri at fáa standmyndirnar higar, og tí harmar tað meg almikið at síggja at herverk er framt móti teimum.

Standmyndirnar hjá Steinunn Þórarinsdóttir hava fyrr verið framsýndar í øðrum londum, men í Føroyum var tað fyrstu ferð, at tær ikki hava fingið frið. Ein standmynd er tó framvegis eftir í Føroyum. Hon situr á einum beinki á Vaglinum í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. juni
Kórstevnan 2025 - fyrra sending
192995
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta í Havnar kirkju
192980
Sunnudag 8. juni
Musikkstevnan 2025 (3:3)
192716
Leygardag 7. juni
Morgunlestur leygardagur 7.juni 2025
192653
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956
Fríggjadag 6. juni
Veðrið
192932