SEV má rinda meir fyri Eiði 2

SEV má rinda meir fyri Eiði 2
Hevur gjørt semju við Suður-samtakið um at rinda 11,5 milliónir krónur aftrat
 
09.04.2014 - 11:37

Tunnilin oman fyri Norðskála og suður móti Selatrað kostar nú SEV 11,5 mió. kr. meira.

Ósemjan millum SEV og Eiði 2 Suður-samtakið hjá MT Højgaard Føroyar og J&K Petersen Contractors er endað við semju.

SEV hevur góðtikið at rinda samtakinum 11,5 milliónir krónur í eykakostnaði. Og gerðarættarmálið er tikið aftur.

Rokningin var tó størri enn tað. Hon var 30 milliónir krónur og rentur fyri átta kilometra langa vatnsavningartunnilin, sum var liðugur í november í fjør.

Arbeiðið kostaði meira enn ætlað, tí kvarts var í syllagrótinum, og tí bleiv arbeiðsgongdin broytt.

Ráðgevararnir hjá SEV mæltu frá at fara í rættin við málinum. SEV metir seg hava gjørt eina skilagóða avtalu.

Nú er staðfest, at Eiði 2 verkætlanin kostaði 190 milliónir krónur. Tað er innan fyri ásetta fíggjarkarmin, upplýsir SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523